Ulrich Thomsen ein av høvuðsleikarunum í TROM

Skjótt verður farið undir filming av føroysku krimirøðini TROM, sum danska REinvent Studios framleiðir saman við føroysku og íslendsku framleiðslufeløgunum Kykmyndir og Truenorth. Røðin er staðsett í hugtakandi føroyska landslagnum, og teljast Ulrich Thomsen (The New Pope, 2020; The Marco Effect, 2020), Maria Rich (Follow The Money, 2018) og Olaf Johannesen (The Exception, 2020; The Bridge, 2015) millum høvuðsleikararnar. Røðin fevnir um seks partar og tekur støði í bestseljandi bókunum hjá Jógvani Isaksen um rannsakandi journalistin Hannis Martinsson. Hetta er fyrsta slíka røð, sum verður framleidd í Føroyum. Filmingin byrjar í Føroyum nú í mars mánaði (2021).

Altjóða marknaðurin hevur hildið eyga við TROM líka, síðani røðin varð útvald til ekslusiva framløgu á “Co-Pro Series” samframleiðsluátakinum undir Drama Series Days á týsku filmsstevnuni Berlinale í 2019, tá ið týski sjónvarpsrisin ZDF/ARTE var millum tey, sum komu umborð á verkætlanini.

Rikke Ennis, stjóri á REinvent Studios, sigur, ​”TROM hevur veruliga alt, sum ein REinvent Studios verkætlan skal hava. Søgan er original, unik og um somu tíð ein universal søga. Vit eru sera spent at fremja hesa framleiðsluna í tøttum samstarvi við Viaplay og vóna at kunna bjóða hyggjarum eina krimirøð við kanti og karakterum, ólíkt tí, sum er sæð fyrr.”

Helene Aurø, sølu- og marknaðarstjóri á REinvent International Sales, sigur, at “TROM fer at ferðast víða og hevur longu fangað áhugan hjá fleiri altjóða keyparum. ZDF ARTE komu umborð eftir fyrstu framløguna. Eg havi høgar vónir um røðina, sum eg eri vís í fer at standa seg væl millum tær mest vælumtóktu norðurlendsku røðirnar, sum nakrantíð eru framleiddar.”

Røðin fylgir rannsakandi journalistinum Hannis Martinsson (Ulrich Thomsen), ið óvæntað móttekur eini boð frá Sonju, fremmandgjørdu dóttir hansara, ið sigur seg vera vorðin bangin fyri lívi sínum. Treyður vendir Hannis, ið sjálvur er vorðin danskur útiseti, heim aftur til Føroya, har hann kemur fram á lík Sonju í kjalarvørrinum á einum grindadrápi. Hansara egna leitan eftir svarum í sakini skapar skjótt stríð við lokalu løgregluna og dregur fram í ljósmálan eitt lokkanet av loyndarmálum í nærbundna føroyska samfelagnum – men hvussu langt er hann fúsur at fara fyri at finna fram til sannleikan?

TROM er íspunnin av Torfinni Jákupsson, sum hevur skrivað røðina saman við Donna Sharpe (West of Liberty) við støði í bestseljandi bókunum hjá Jógvani Isaksen. Røðin verður leikstjórnað av danska Kasper Barfoed (Dicte: Crime Reporter) og íslendska Davíð Óskar Ólafsson (The Valhalla Murders).

TROM verður framleidd av danska REinvent Studios í samframleiðslu við føroyska Kykmyndir, íslendska Truenorth og týska ZDF/ARTE. Røðin er stuðlað av Nordisk Film & TV Fond, føroyska Filmsgrunninum, Eystur kommunu og The Media Programme of the European Union.

TROM verður næsta ‘Viaplay original’ røðin frá Nordic Entertainment Group (NENT Group), sum er leiðandi streaming felagið í Norðurlondum.

Worldwide sales:

REinvent International Sales – eru spurningar, vinarliga set teg í samband við: info@reinvent.dk