Festivalar og marknaðarføring: Hvussu leggur tú røttu strategiina fyri tín film?

Mánadagin 12. juni frá kl. 16-18 verður ókeypis masterclass við Kathleen McInnis, framleiðara, festival strategi og festiaval skráleggjara, í Ostahúsinum, sum eru nýggju hølini hjá Klippfisk.

Kathleen McInnis fer at tosa um festival strategi, hvussu festival skráleggjarar arbeiða, og um, hvussu filmsskaparar kunnu arbeiða miðvíst við strategiskari marknaðarføring av teirra filmi. Uttan mun til stødd av fíggjarætlan og slag av filmi, kann strategisk marknaðarføring og ein gjøgnumhugsað festival-ætlan gera stóran mun, tá tín filmur skal røkka marknaði og hyggjarum.

Kathleen McInnis arbeiðir ítøkliga við marknaðarætlanum, sum hon sniðgevur til einstaka filmin. Hon arbeiðir við at víðka um netverkið hjá filmsfólkum og við at skapa og útbreiða umtalu og vitan um filmskaparar og filmar teirra – frá hugskotsmenning, framleiðslu og til frumsýning á týðandi festivalum, so sum Toronto, Sundance, Berlin, Rotterdam, Karlovy Vary og fleiri. 

Masterclass við Kathleen McInnis er ókeypis og øll eru vælkomin.

Dagur: Mánadagin 12.  juni 

Klokkutíð: Kl. 16-18

Stað: Ostahúsið, nýggju hølini hjá Klippfisk, aftanfyri Perluna í Tórsgøtu

Fyriskipari: Filmshúsið