Starvslýsing: Leiðari til Filmshúsið

Filmshúsið hevur seinastu fimm árini arbeitt við at menna og birta upp undir føroyskan film sum vinnu. Nú leita vit eftir einum dagligum leiðara, sum kann standa á odda fyri arbeiðinum at halda á at menna Filmshúsið, filmsvinnuna og føroyskan film.

Filmshúsið er stovnur undir Vinnumálaráðnum, sum stendur á odda fyri at førleikamenna filmsumhvørvið og menna filmsgerð, filmsmentan og filmsvinnu í Føroyum. Millum formligu uppgávurnar, sum Filmshúsið stendur fyri, eru:

  • at ráðgeva og leiðbeina føroyskum filmsfólkum,
  • at marknaðarføra føroyskan film uttanlands og Føroyar sum filmsland,
  • at umsita afturberingarskipanina fyri filmsframleiðslu,
  • at svara fyrispurningum innlendis og uttanífrá og vera til hjálpar í sambandi við filmsframleiðslur,
  • at miðla samband millum filmsaktørar,
  • at skipa fyri førleikamenning og skeiðum,
  • at savna og miðla vitan um film og talgildar visuellar frásagnir, og
  • í samstarvi við filmsumhvørvið, myndugleikar o.o. at tryggja, at vitan og førleikar verða gagnnýtt til fulnar.

Førleikakrøv 
Vit søkja eftir tí persóninum, sum verður mettur at hava bestu førleikarnar at standa fyri, at Filmshúsið kann røkka uppgávunum, sum eru nevndar omanfyri.

Vit ímynda okkum ein persón, sum er útvendur, dugir at skapa og halda sambond og kann umboða Filmshúsið úteftir.

Vit vænta, at tú hevur vitan innan filmsvinnu og/ella mentanarøkið sum heild, og at tú dugir filmsmálið. Umsitingarligar, fyrisitingarligar og fíggjarligar royndir við mentanarligum stovnum, -verkætlanum, ella filmsframleiðslu eru ein fyrimunur.

Tað er umráðandi, at tú dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt, dugir væl at samskifta og hevur góðar samstarvs- og samskipanarførleikar. Tú dugir at arbeiða strategiskt og dugir at samskifta við myndugleikar og aktørar, so at undirtøka er fyri teimum strategisku ætlanum, Filmshúsið arbeiðir við.

Setanarviðurskifti 
Dagligi leiðarin vísir til stýrið fyri Filmshúsið. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi yrkisfelag. Talan er um eitt fulltíðarstarv.

Starvsstaðurin er fyribils í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju í Havn. Byrjanardagurin er 1. januar 2024, ella skjótast gjørligt. Fyrstu tríggir mánaðirnir í starvinum eru royndartíð.

Freist v.m. 
Meira fæst at vita um starvið á www.ffi.fo. Eisini ber til at at ringja til Jan Berg Jørgensen, stýrisformann fyri Filmshúsið, á telefon (+298) 218822, ella at skriva til jan@ffi.fo, viðmerk “Filmshúsið”.

Umsókn við prógvum, lívsrensli og viðmælum skal vera Filmshúsinum í hendi í seinasta lagi

1. desember 2023. Umsóknir skulu sendast til jan@ffi.fo.