NORDDOK

Norddok stuðlar filmi við føroyskum hjarta

Meðan almenna prátið um filmsjáttanina á føroysku fíggjarlógini snýr seg um, hví henda filmsjáttan ikki eigur at vera skerd, tykist, at útlendingar í størri mun trúgva á føroyskan film enn føroyingar sjálvir.

Sum eitt av fleiri nýggjum átøkum, hvørs endamál er at styrkja og skapa kunnleika um danska ríkisfelagsskapin, var í 2019 ein pulja á 10 mió. kr. á fyrsta og higartil einasta sinni settar av til dokumentar og sjónvarpsframleiðslur í Grønlandi, Føroyum og Danmark við einum serstøkum sjónarmiði.

Norddok avtalan var gjørd millum donsku forsætisráðstovuna og føroyska og grønlendska landsstýrið. Talan var um eina játtan á 8 mió. kr. á donsku fíggjarlógini og 2 mió. kr. afturat av avlopi frá loyvisgjøldum. Og hevur føroyskur heimildarfilmur nú fingið góðan stuðul frá hesum átaki.

Nevndin í Norddok 2019 var mannað við Kuupik Kleist (Grønland), Peter Olsen (Grønland), Tina Wagner Sørensen (Føroyar), Jóhan Martin Christiansen (Føroyar) og Anita Reher (Danmark). Nevndin móttók 39 umsóknir um menningarstuðul. Seks av hesum verkætlanum fingu menningarstuðul, og hevur nevndin nú játtað framleiðslustuðul til tríggjar av hesum. Ein av hesum er føroyski dokumentarfilmurin, ið ber heitið Heartist.

Heartist er ein listafrøðiligur dokumentarfilmur, sum granskar í tørvinum á list og torføru javnvágini millum listarligt virki og familjulív. Litríka listafólkið Sigrun Gunnarsdóttir er í fokus – hon hevur fingið eina avbjóðandi uppgávu at skapa lekjandi list til ein nýggjan hospitalsbygning í Føroyum, og fylgja vit henni á leiðini undir hesi verkætlan, meðan hon grundar yvir lívið og deyðan, og hvussu hetta hevur og enn ávirkar hennara list.

Marianna Mørkøre og Beinta á Torkilsheyggi eru leikstjóratoymi. Myndamaður er Rógvi Rasmussen og framleiðari Jón Hammer, hvørs føroysku feløg, ávikavist Rógviper og Kykmyndir, samstarva um framleiðsluna.

”Heartist er ein kreativur og forvitnisligur heimildarfilmur um Sigrun Gunnarsdóttir – ein modernað lýsing av eini spennandi føroyskari listakvinnu, sum arbeiðir málrættað við síni málningalist. Endamálið er at fáa innlit í listarliga universið hjá Sigrun – at læra at kenna hennara persónligu dygdir og eginleikar. Hugt verður eftir, hvussu tað persónliga ávirkar tað listarliga og umvent – viðrák og mótrák – hvussu hesi verða tvinnað saman og endurspeglast í leiklutunum sum listakvinna, kona, mamma, vinkona, og omma,” siga Marianna og Beinta frá um søguna í filminum.

”Vit eru djúpt fascineraðar av Sigruni, sum skjótt rundar 70 ár, og sum málrættað hevur virkað sum listafólk alt hennara lív. Hennara einklu og litríku málningar hava altíð skarað fram úr aðrari føroyskari list. Hvat er upprunin til tað heila, og hvussu hevur hon megnað at hildið fast í ambitiónum og styrkt listarliga ágrýtnið – hetta eru nakrir av spurningunum, sum vera viðgjørdir í filminum,” leggja tær afturat.

”Søgan verður fortald á ein kreativan og estetiskan hátt, har útgangsstøðið verður tikið í listafólkinum og listini. Hetta verður endurspeglað eitt nú í upptøkuháttinum og litsamansetingunum. Hetta er ein spennandi tilgongd, sum ikki áður er brúkt í føroyskari filmslist,” staðfestir leikstjóratoymið.

Myndamaður er Rógvi Rasmussen, ið eisini eigur og rekur framleiðslufelagið Rógviper, og hann fegnast um, at tað nú ber til at framleiða slíkan dokumentarfilm í Føroyum á rættan hátt.

”Stuðulin frá NORDDOK hevur sera stóran týdning fyri okkum. Øll í filmstoyminum eru fríyrkisfólk, og við stuðlinum fáa vit arbeiðsfrið og kunnu leggja alla okkara orku í at skapa og menna filmin. Ætlanin er at gera ein biograf heimildarfilm, ið er á altjóða støði, og sum kann vísast á filmsfestivalum kring heimin – umframt eina styttri sjónvarpsútgávu. Vit hava við stuðlinum møguleika at arbeiða professionelt á jøvnum føti við líknandi framleiðslur í grannalondunum,” greiðir Rógvi frá.

”Talan er um eina rættiliga langa framleiðslutíð – upptøkurnar byrjaðu í januar 2018, og eftir ætlan er filmurin liðugur á heysti í 2021. Nógvar upptøkur skulu gerast afturat í Føroyum umframt í Danmark og Grønlandi, og klipt verður um somu tíð við upptøkunum. Til at skapa visuella útrykkið verða upptøkurnar gjørdar í 4K formati umframt, at vit nýta nýggjar og gamlar Super 8 upptøkur og animatión. Eisini arbeiða vit saman við tónasmiði um at gera nýskrivaðan tónleik og ljóðmynd til filmin,” leggur Rógvi afturat.

                      Jón Hammer eigur og rekur somuleiðis framleiðslufelagið Kykmyndir og virkar sum framleiðari á Heartist. Hann ivast ikki í góðskuni á føroyskum filmi, hóast tað kann tykjast torført at sleppa gjøgnum nálareygað í altjóða høpi.

”Sjálvt um føroyskur filmur ikki hevur sligið ordiliga ígjøgnum á altjóða marknaðinum enn, so er avgjørt ein vaksandi áhugi. So hvørt sum okkara filmsfólk fáa fleiri royndir, hækkar støðið á filmunum, so vit nú standa á gáttini til at framleiða filmar á sama støði sum onnur lond. Heartist er onkursvegna serføroyskur, men eisini áhugaverdur í altjóða høpi, og eg haldi, at tað er orsøkin til, at vit eru millum teir tríggjar útvaldu filmarnar. Local is global, siga tey ofta, og tað passar væl til søgu og tematik í Heartist,” hugleiðir Jón.

”Við hesum stuðulinum fáa vit møguleikan at gera ein film undir somu korum, sum mann fær í Danmark og aðrastaðni, tað vil siga ikki bert sum ítriv, men sum eitt veruligt starv, og fólk skulu rokna við, at úrslitið verður hareftir. Føroyingar kunnu minst líka nógv sum londini rundan um okkum, vit hava bara ikki fingið møguleikan at prógva tað fyrr í filmshøpi,” staðfestir Jón.

”Við hesum stuðlinum kunnu vit eisini fokusera uppá lansering, PR og sølu, so møguleikin fyri inntøkum gerst veruligur, og føroyskt framleiddur filmur kann flyta seg inn í ein altjóða filmsídnað.”

Tina Wagner Sørensen, stjóri á Filmshúsinum, er somuleiðis fegin um nýggja Norddok átakið, ið hon vónar verður endurtikið.

”Norddok átakið hevur fyri fyrstu ferð gjørt tað møguligt at framleiða lokalt í Føroyum og Grønlandi á einum støði, ið kann samanberast við restina av Norðurlondum,” leggur Tina dent á.

”Hetta merkir, at framleiðslan kann fara frá einum ’one woman band’ til at fevna um eitt lið av professionellum. Og tað er tað, sum skal til at fyri at menna okkara filmsídnað, nationalt eins og internationalt, og fyri at breiða út okkara søgur, tankar, eyðkendu landsløg og siðvenjur. Tískil vilja vit eisini arbeiða fyri, at Norddok átakið heldur áfram. Vit vóna, at tað kann víðkast við einum Nordfik átaki ætlað til fiktiónsfilm eisini.”