Filmskvøða og lukku ynski

Hjartaliga til lukku við Geytanum, Maria Winther Olsen og alt toymið aftanfyri “Halt um meg”. Tit hava kempað hart, leingi og nú rukku tit á mál við einum avbera vøkrum avriki.  Flott! 

Julia Kálvalíð og toymið aftanfyri “Faðir mín Faðir”, hjartaliga til lukku við Áskoðaravirðislønini. Aftur hesaferð megnaði Julia at lata upp ein heim, sum var kjokkfullur við spurningum um lívið, álvara og skemti -ein svartur humor, sum bert Julia megnar!

Eg gleði meg at fylgja við, nú allir filmarnir skulu á flog.

Rúni Friis, sjálvandi eigur tú at fáa slíkan flottan heiður. Hjartaliga til lukku.


Takk til Norðurlandahúsið. Saman við tykkum var tað ein fragd at fyriskipa eitt samdøgur við filmi á skrá; Orðaskifti um film, Geytakvøld og Afterparty. Stóra tøkk øll tit, sum hjálptu til á ymsan hátt; @Hanna T. Limstrand, teknikarar, starvsfólk, dómsnevnd, Felagið Føroysk Filmsfólk, Filmsfelagið, KVF og mong onnur afturat, sum hava gjørt sítt til, at dagurin bleiv framúr. 

Ein serstøk tøkk til útlendsku gestirnar @Liselott Forsman, stjóra í Nordisk film og TV Fond og @Birgir Thor Møller, útlendska umboðið í dómsnevndini. Takk til Runavíkar kommunu og Tórshavnar kommunu fyri ávíkavist Geyta- og Áskoðaravirðislønir. Tað hevur sera stóran týdning at hava góðar samstarvsfelagar.

Orðaskiftið hesaferð setti støðuna hjá Filmsvinnuni í Føroyum á skrá eins og samstarvið millum Filmshúsið, KVF og Nordisk Film & TV Fond. Góða undirtøkan og orðaskiftið prógvar, at tað ber til at uppliva og skifta orð um filmslist, framleiðslu og filmsvinnu eitt heilt vikuskifti. 

Føroyskur filmur er í rúkandi menning, bæði listaliga og vinnuliga. Tað gongur rættan veg.


Við filmskvøðu
Marjun 
Filmshúsið