NORDISK PANORAMA

Luttak á ársins Nordisk Panorama og fá møguleikan at vera eygleiðari á Nordisk Pitch Forum.

17 - 22. September, 2021
Kr. 0
Sign up

Vit vóna at Nordisk Panorama verður eitt kropsligt tiltak í ár.

Sjálvur festivalurin fer fram frá t. 17. til 27. september og Nordisk Forum fyri Co-financing of Documentaries fer fram 17. til 21. september. Nordisk Panorama er ein læruríkur festivalur fyri stutt- og heimildarfilmar, og tí skipar Filmshúsið fyri at vit sum bólkur saman kunnu luttaka á festivalinum.

Vit hava pláss fyri tíggju filmsfólkum á skránni hjá Filmshúsinum. Vit luttaka við eini “industry accreditation” og hava tí møguleikan fyri at vera eygleiðarar á Nordisk Panorama Forum, sum er ein profesionellur pallur fyri fíggjarligir aktørar. Hetta gevur ein heilt serligan møguleika at netverka og harafturat at síggja, hvussu útvaldar verkætlanir og fólkini aftanfyri tær, leggja sínar verkætlanir fram fyri eina altjóða nevnd. Hvussu nógv hava tey fyrireikað seg? Hvussu nógv hava tey skrivað, kannað og ment verkætlanina áðrenn hon kann leggjast fram?

Eisini fáa tit møguleikan at síggja hvat støðið hjá útvaldu stutt- og heilmildarfilmum er í ár.

Filmshúsið bjóðar akkreditatión til festivalin og gistingarhús í fimm dagar (á deildum dupultkamari).

Tá festivalurin hevur sett sína skrá saman, velur Filmshúsið hvørji tiltøk vit skulu luttaka á. Tað verður krav, at tey sum koma við Filmshúsinum á festivalin fylgja hesum. Hetta fyri at tryggja at tit fáa sum mest burturúr festivalinum.

Okkara uppihald í Malmø verður frá 16. til 21. september.

Um tú ert áhugað/ur í at luttaka, kanst tú melda teg til við at skriva ein teldupost til tina@filmshus.fo

Skriva gjarna eina stutta grundgeving fyri, hví tú ynskir at luttaka. Um vit fáa fleiri umsóknir enn vit hava pláss fyri, kasta vit lut um plássini.

Tú kann melda teg til fram til 24. juli. Stutt eftir freistina fært tú svar uppá umsóknina.

Hevur tú spurningar, kanst tú skriva til tina@filmshus.fo