MOVIE MAGIC SCHEDULING OG BUDGETING

Movie Magic Scheduling og Budgeting eru týdningarmikil amboð, tá talan er um ráðlegging og at gera fíggjarætlan til filmar og SV-drama.

22 & 23 november
Kr. 0
Sign up

Movie Magic Scheduling og Budgeting eru týdningarmikil amboð, tá talan er um ráðlegging og at gera fíggjarætlan til filmar og SV-drama.

Kom og luttak, tá lineproducer, Marianne Jul Hansen, undirvísir í fatan og brúki av teimum báðum forritunum.

Marianne hevur í nógv ár arbeitt sum lineproducer á filmum og sjónvarpssendingum sum Forestillinger (leikstjr. Per Fly), Klovn (51 partar), Melancholia og Nymphomaniac (leikstjr. Lars von Trier), Kvinden i Buret (leikstjr. Mikkel Nørgaard) og nógv, nógv fleiri.

Skeiðið fyrigongur við Marianne á Zoom, men eg skjóti upp at luttakararnir sita saman í Filmshúsinum flestu dagarnar.

Dagur 1 – 22. november

10.00 – 12.00 Marianne fer ígjøgnum Scheduling

12.00 – 12.45 Miðmáli

12.45 – 14.30 Vit “bróta” eitt handrit niður i Scheduling (MJH verður standby á Zoom)

14.30 – 16.30 Vit gera eina produktiónsplan (MJH verður standby á Zoom)

Dagur 2 – 23. november

10.00 – 12.00 Marianne gongur ígjøgnum sína egnu versión av produktiónsplanini

12.00 – 12.45 Miðmáli

12.45 – 17.00 Gjøgnumgongd av Budgeting