KLIPPI DRAMATURGI VIÐ KLIPPARA THOMAS KRAG

Filmshúsið hevur bjóðað klippara Thomas Krag til at koma og greiða frá sínum drúgvu  royndum sum klippari, lærari og leiðari á klippiútbúgvingini á Danska Filmskúlanum.

7. – 8. mai
Kr. 450
Sign up

Filmshúsið hevur bjóðað klippara Thomas Krag til at koma og greiða frá sínum drúgvu  royndum sum klippari, lærari og leiðari á klippiútbúgvingini á Danska Filmskúlanum.

Hetta skeiðið er ætlað øllum teimum, ið eru áhugað í at kava niður í dramaturgi og fordjúpa seg í filmsmálinum og allar mátarnar, klipping kann skapa eina søgu.

DAGUR 1

10:00 – 18:30

Innleiðsla

Vit leggja dent á ”Ta natúrligu søguna”

Menning av karakterum og tema, genru og áskoðarum.

Menning av visuellum, ljóðligum og tónlistaligum bráum.

Møguleikarnar í klipping. ”Shooting with editing in mind”

Sýning av einum spælifilmi, sum vit skulu arbeiða við á øðrum degi.

DAGUR 2

10:00 – 16:00

Háttalag og val í klippirúminum, bygnaður, dramaturgi í søguni og samanseting.

Arbeiðið við leiki, ljóði og tónleiki, sýningum og feedback – í mun til klipping.

Gjøgnumgongd av einum spælifilmi: Greining av karakterum, tema, bygnaði, tíð, kenslubornum sambondum og samanseting av upplivilsi hjá áskoðarum.