FilmLab: Slóða fyri nýggjum føroyskum sjónvarpsdramatikki

ET FILM LAB - Fra idé til publikum

11. september
Kr. 0
Sign up

Vi har besluttet at rykke kurset til senere i år. Nye datoer vil komme snarest

Í heyst skipar Filmshúsið, saman við Kringvarpi Føroya, fyri eini verkstovu, einum sonevndum FilmLab, har endamálið er at framleiða eina sjónvarpssmárøð í fýra pørtum. 

Andrias Høgenni hevur skrivað handritini til ter fýra partarnar í røðinu.

Nú hevur tú møguleikan at tekna teg til skeiðið, har tú bæði fært frálæru og kemur at arbeiða saman við øðrum á einum fullfíggjaðum liði, antin sum leikstjóri, sjónleikari, klippari, framleiðari, ljóðfólk ella at arbaiða við eftirviðger (color grading).

Á liðinum verða – umframt tykkum, sum tekna tykkum til skeiðið – leikstjórin og handritshøvundurin Andrias Høgenni, danski klipparin Anders Villadsen, danski ljóðsniðgevin Peter Alberchtsen, fotografurin Rógvi Rasmussen, framleiðarin Jón Hammer, royndi sjónleikarin ?? (TBA) og grading advisor/vegleiðari (TBA). 

Ymsu fakbólkarnir – frá teksti, fyrireiking, venjingum, upptøkum, klipping, eftirviðger og sýning – eru sostatt umboðaðir á hesum fleir- og tvørfakligum skeiðinum.

DAGARNIR á FilmLab-skeiðinum eru skipaðir soleiðis:

17. august frá kl. 16.30 – 18.00 er kunningarfundur, har tú eisini fært nærri ávísingar um tín leiklut

Skeiðið er skipað í hesi stigini:

11. september:

Øll møtast til felags innleiðslu

Millum 14. og 19. september

Venjingar og upptøkur

FUNKTIÓNIR, ið luttaka: Leikstjórar, sjónleikarar, fotografar, ljóðfólk, framleiðslufólk.

MASTERCLASS verður fyri sjónleikarar, sum sjónleikarin ?? (TBA) heldur. Øll kunnu luttaka.

Millum 20. september og 23. oktober 2022:

Tríggir dagar, har klipparar gera fyrstu gjøgnumklipping. 

Síðani verða 3-4 dagar, har kendi danski klipparin Anders Villadsen arbeiðir saman við klipparum og leikstjórum

Eisini her verður MASTERCLASS við Anders Villadsen fyri klippararnar. Øll kunnu luttaka.

Millum 24. oktober og 8. november:

Fýra dagar eru settir av til upptøkur av hvørjum av teimum fýra pørtunum í røðini.

Tá upptøkurnar eru gjørdar kemur ljóðsniðgevin Peter Albrechtsen at arbeiða saman við ljóðfólkunum og teirra verkætlanum í tríggjar dagar.

Ljóð og tónleikur

Peter Albrechtsen leiðbeinir ljóðfólkini

MASTERCLASS við Peter Albrechtsen fyri ljóðfólkini. Øll kunnu luttaka.

Grading og liðugtger

Tveir dagar eru settir av til eftirviðgerð (color grading) av hvørjum parti. 

Vegleiðari verður ?? (TBA). 

Sýning (TBA)

(sýningsdagurin er ikki ásettur enn)

tekna teg til SKEIÐIÐ, sum ER ÓKEYPIS

Tekna teg her á síðuni. Í teiginum ‘viðmerkingar’ skalt tú skriva, um tú vilt luttaka sum leikstjóri, sjónleikari, klippari, framleiðari, ljóðfólk ella eftirviðgeri (color grader). Skriva eisini, um tú verður við á kunningarfundinum tann 17. august frá kl. 16.30 til 18.00.