Fráfaringarhald fyri Tinu í Dali Wagner

Mikudagin 27. sep. 2023 varð skipað fyri fráfaringarhaldi fyri leiðara í Filmshúsinum, Tina í Dali Wagner. Fráfaringarhaldið var hildið í hølininum hjá Filmshúsinum á Vestara Bryggju og har vóru nógv fólk á gátt. Tina fekk handað blómur og gávur og fekk nøkur góð orð við sær. Eisini segði Tina nøkur orð og takkaði fyri seg.

Tina hevur verið leiðari í Filmshúsinum síðan 2018 og hevur havt stóra ávirkan á menningini í filmsvinnuni. Nógv stór stig eru tikin síðan hon tók við starvinum, og hon hevur verið við til at lyfta føroyskan film og føroysk filmsfólk upp á eitt hægri støði innan alskyns øki.

Hóast Tina í Dali Wagner fer úr starvi tann 31. des. 2023, so verður hon ætlandi knýtt at Filmshúsinum sum ráðgevi.