Ráðgeving
Uppgávan hjá Filmshúsinum
Filmshúsið skal standa á odda fyri at førleikamenna filmsumhvørvið og menna filmsgerð, filmsmentan og filmsvinnu í Føroyum.
Millum formligu uppgávurnar, sum Filmshúsið skal standa fyri, eru:
- at ráðgeva og leiðbeina føroyskum filmsfólkum,
- at marknaðarføra føroyskan film uttanlands og Føroyar sum filmsland,
- at svara fyrispurningum innlendis og uttanífrá og vera til hjálpar í sambandi við filmsframleiðslur,
- at miðla samband millum filmsaktørar,
- at skipa fyri førleikamenning og skeiðum,
- at savna og miðla vitan um film og talgildar visuellar frásagnir, og í samstarvi við filmsumhvørvið, myndugleikar o.o.
tryggja, at vitan og førleikar verða gagnnýtt til fulnar.
Samband
Tú ert vælkomin at senda okkum ein fyrispurning umvegis t-post her
Set teg í samband við okkumAfturbering – 25%
Lóg um afturbering
I 2017 varð lógin um afturbering samtykt. Á fíggjarlógini eru 200.000 DKK settar av árliga til endamálið. Í 2023 varð samtykt at hækka loftið til 5 mill.
Afturberingin er 25%. Fyri at fáa afturbering skal ein framleiðsla leggja í minsta lagi fýra ferðir afturberingarupphæddina eftir seg í Føroyum. Hetta kunnu vera útreiðslur til lønir til fólk, ið búgva her, til keyp av vørum og tænastum, til mat, leigu av akførum og útgerð osfr. Tað vil siga, um tú kanst vísa (og seinni skjalprógva í grannskoðaðum roknskapi), at tú vilt brúka 16 mill. DKK til at keypa føroyskar veitingar, so kanst tú søkja um at fáa 25% afturborðið, tvs. 4 mill.
Afturberingin er ein tileggjan til at fáa útlendskar framleiðslur at gera upptøkur og framleiða í Føroyum. Fleiri framleiðslur høvdu merkt størri inntøkur, størri fíggjarligt grundarlag til at løna føroyskum filmsfólkum og tryggja inntøkur, so føroysk feløg kunnu gera íløgur í útgerð til at leiga út, so útlendsk feløg ikki noyðast at flyta alla útgerð við sær til Føroya.
Les meira um afturbering í lógini her:
Leiðbeining
Tú ert altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum viðvíkjandi spurningum ella ráðgeving.
Eisini um tú hevur uppskot til skeiðvirksemi.
Skjótar leinkir
Her finnur tú orðalistan á føroyskum og enskum.
Eisini eitt yvirlit yvir áhugaverdar festivalar.
Location scouting in the Faroe Islands
Faroe Islands are 18 mountainous islands characterized by tall mountains, steep cliffs, deep valleys and narrow fjords - we have gathered a few images for your inspiration.
Fyrispurningar
Filmshusið
Vestara Bryggja 15, 3 th
100 Tórshavn
Tlf:
+298 522233
ffi@ffi.fo
V-TAL 627976
EAN-NR. 5797100000515